Leikluturin hjá pørtunum

tosingarlag og virðing

Eg kann bara tosa út frá mær sjálvum – og annars lurta !

Hvat krevst av pørtunum?

Meklingin er sjálvboðin og merkir tað, at partarnir sjálvir vilja mekling og taka á seg ábyrgdina at finna eina loysn.

Partarnir verða kunnaðir um mannagongdina og geva seg undir reglurnar galdandi fyri meklingina.

Partarnir kunnu altíð velja at taka seg aftur. Partarnir eiga trætuna og loysnina.

Meklingin fer fram í trúnaði, og partarnir binda seg til ikki at bera víðari nakað av tí, sum fram fer undir meklingini, uttan so at annað er avtalað. Sama er galdandi fyri meklaran. Trúnaðarkravið er fortreytin fyri at fáa bygt upp tað álit, sum samskifti undir meklingini krevur.